Vit ynskja at steðga allari happing

 

Hvat er happing?

Happing er ímillum eitt barn og eitt annað barn ella bólk og er, tá arging gerst pínufull og avvísandi.

Happing kann vera:

  1. Munnlig (t.d. eyknevning)
  2. Sosial (t.d. at ein ikki sleppur uppí)
  3. Materiell (t.d. at onkur ger seg inn á tað, ein eigur)
  4. Sálarlig (t.d. hóttan ella noyðing at gera eitthvørt)
  5. Likamlig (t.d. sláing ella sparking)

Munnlig, sosial og sálarlig happing er meira umfatandi enn materiell og likamlig happing.
At eyknevna er best kent.

10 góð ráð til foreldur/avvarandi

1. Stuðla barni tínum í at hava ein breiðan vinahóp í flokkinum. Tað er ein styrki fyri barnið at hava fleiri vinir, og tað minkar samstundis eisini um møgleikan fyri, at nakrir floksfelagar verða hildnir uttanfyri.

2. Tosa ikki ringt um floksfelagarnar hjá barninum, foreldur teirra ella lærarar. Tað ávirkar trivnaðin hjá flokkinum.

3. Upplivir tú, at trupulleikar eru millum barn títt og onnur børn í flokkinum, er tað týdningarmikið, at tú setur teg í samband við foreldrini at viðkomandi barni, soleiðis at tit kunnu taka tykkum av trupulleikanum í felag.

4. Hugsið um ”ósjónligu” floksfelagarnar í flokkinum hjá barni tygara – børn, sum ikki verða nevnd, ikki eru við heima og spæla osfr. ”Ósjónligu” floksfelagarnir kunnu vera einsom happað børn, sum hava tørv á at koma við í felagsskapin.

5. Syrg fyri at mæla barni tínum til at stuðla og hjálpa tí floksfelaganum, ið hevur trupult við at verja seg sjálvan. Serliga hjálpin frá einum floksfelaga ger, at tað barnið, sum verður happað, ikki kennir seg so einsamalt meira.

6. Raðfest føðingardags-innbjóðingar frá floksfeløgunum hjá barni tínum høgt. Hetta vísir virðing fyri floksfelaganum, og at tú góðtekur tann, sum boðið hevur í føðingardag.

7. Tá tú sjálvur heldur føðingardag fyri tínum barni minst so til tann sosiala føðingardags-politikkin: øll, eingin, allar genturnar ella allir dreingirnir. Tað, at tú velur einstøk burturúr, vísir vantandi virðing fyri flokkinum sum eini heild. Tað pínir ikki at verða boðin við.

8. Raðfest samveru við hini foreldrini í flokkinum hjá barninum. Sosial samvera í foreldrabólki ávirkar sosialu samveruna millum børnini.

9. Stuðla læraranum í raðfestingini av sosialu samveruni í flokkinum. Lærarar, sum royna at virka fyri at betra um sosialu samveruna í flokkinum, hava tørv á stuðuli frá foreldrunum, um verkætlanin skal eydnast.

10. Hevur tú mistanka um, at happing er í flokkinum hjá barni tínum, set teg so í samband við flokslæraran.