|
Landsroyndin 2009
Við hesum verður boðað frá, at landsroyndirnar í 4. og 6. flokki í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni verða hildnar soleiðis:
4. flokkur
|
Dagur |
Lærugrein |
Tíð |
|
Mánadagin 25. mai |
Føroyskt, lesa og skilja tekst |
Kl. 8.30 – 9.00 |
|
Mánadagin 25. mai |
Føroyskt, fyrisøgn |
Kl. 9.30 – 10.15 |
| |
|
|
|
Týsdagin 26. mai |
Støddfrøði |
Kl. 8.30 – 9.15 |
|
Týsdagin 26. mai |
Náttúra og tøkni |
Kl. 9.45 – 10.30 |
6. flokkur
|
Dagur |
Lærugrein |
Tíð |
|
Mikudagin 27. mai |
Føroyskt, lesa og skilja tekst |
Kl. 8.30 – 9.00 |
|
Mikudagin 27. mai |
Føroyskt, mállæra |
Kl. 9.15- 9.45 |
|
Mikudagin 27. mai |
Føroyskt, fyrisøgn |
Kl. 10.15- 11.00 |
| |
|
|
|
Hósdagin 28. mai |
Støddfrøði |
Kl. 8.30 – 9.30 |
|
Hósdagin 28. mai |
Náttúra og tøkni |
Kl. 10.00 – 11.00 |
Landsroyndirnar fevna sostatt um tveir dagar hjá 4. flokki og tveir dagar hjá 6. flokki. Landsroyndirnar byrja allar kl. 8.30 og eru lidnar í seinasta lagi kl. 11.00. Ein steðgur á annaðhvørt 30 minuttir ella 15 minuttir er settur av millum royndirnar.
Vanliga skúlagongdin heldur fram, tá landsroyndirnar eru lidnar. Skúlin er tó vælkomin at skipa dagin sum ein serligan royndardag, t.d. við at hugna um hjá næmingunum og bjóða teimum frukt og vatn ella líknandi.
Skúlaárið 2007-08 var fyrsta skúlaárið í nýggjari tíð har øll føroysk børn í 4. og 6. flokki fóru til landsroynd.
Royndir vóru í Føroyskum, Støddfrøði og Náttúr og tøkni.
Uppgávurnar vór hesar:
4. flokkur føroyskt, lesa og skilja
4. flokkur føroysk fyrisøgn
4. flokkur náttúra og tøkni
4. flokkur støddfrøði
6. flokkur føroyskt, lesa og skilja
6. flokkur føroysk fyrisøgn
6. flokkur føroysk málllæra
6. flokkur støddfrøði
6. flokkur náttúra og tøkni |