Tónleikur stimbrar læringina

Nógv verður lættari hjá børnum at læra, um tey fáa ein sang ella rytmu, tí tónleikur kann nevniliga hava eina ógvuliga jaliga ávirkan á, hvussu børn læra.

Sangleikir, rímur og ramsur er nakað, ið børn halda er bæði stuttligt og hugnaligt, men hesi kunnu eisini gera tað lættari hjá barni tínum at læra. Hetta sigur heilagranskarin og rithøvundurin, Ann-Elisabeth Knudsen. Hon hevur skrivað fleiri bøkur um børn og heilar teirra.

Tónleikur ger nevnliga tað, at hann fer inn og stimbrar høgru heilahálvu, ið er tann parturin av heilanum, sum arbeiðir abstrakt. Soleiðis fáa vit ein størri part av heilanum at ráða yvir. Tað eru serliga dreingjabørn, ið hava lættast við at læra ígjøgnum høgru heilahálvu, tí tann helvtin er mest ment hjá teimum. ”Um ein drongur hevur ilt við at lesa, so kann tónleikur hjálpa við lesilæringini,” sigur Ann-Elisabeth.

Royndir hava víst, at tónleikurin hjá Mozart hevur góða ávirkan á læringina, men tónleikurin nýtist tó als ikki vera klassiskur til tess at rigga.

Dámar familjuni væl Faroefive, kann tað hava akkurát líka stóra ávirkan!