 |
|
| Bókasavnið |  |  |  | |
Bókasavnið í Norðskála-Oyrar skúla hevur opið:
Mikudag frá kl. 14.00 - 16.00 og 19.00 til 20.00.
Leinkja til Sunda Bókasavn
Vættrasløg í Føroyum
Í viku 50 í 2007 hevur skúlabókasavnið kunnað næmingarnar um kanningina av vættrasløgum í Føroyum. Kanningin var av fyrstan tíð almannakunngjørd í "Mín jólabók 2004"
Kunningin er farin fram við at heingja partar av kanningini á uppslagstalvuna í skálanum, hvønn dag í vikuni.
Síðan kunnu næmingarnir svara spurningum um vættrasløg í Føroyum. Øll svar skulu í jólakassan, áðrenn týsdagin 18. desember kl. 9.00. Jólakassin stendur á skúlabókasavninum.
Skúlabókavørðurin kastar síðan lut millum innkomin og røtt svar.
Tveir vinnarar vera funnir. Ein fyri 1. til 3. flokk og ein fyri 4. til 7. flokk.
Ein slík kapping krevur at næmingarnir seta seg inn í eitt mál, hugsa seg um og svara spurningum. Og sjálvandi, so er tað eisini stuttligt.
Hvør veit, kanska er ein slík kapping aftur í væntu í tí nýggja árinum?
|
|
| |