Atferðarreglur

 

Endamáið við atferðarreglunum er, at tað skal verða gott at ganga í Norðskála-Oyrar skúla.
Fyri at fáa sum mest burturúr skúlatíðini er umráðandi, at næmingurin møtir væl upp, er fyrireikaður, hevur alt við, sum tørvur er á, og møtir stundisliga til allar tímar. Tað er ikki loyvt at fara út um skúlans øki í skúlatíðini.

Fyri at øll skulu hava tað gott í skúlanum er umráðandi, at øll ganga væl um skúlans ognir og vísa høviskan og sámuligan atburð. Øll eiga at lata skúlaamboð og ognir hjá hvør øðrum fáa frið.

Arbeiðsfriður og góður atburður verður kravdur í tímunum, og næmingar hava saman við læraranum ábyrgd av at halda skúlastovuna ruddiliga. Flokslærarin ger saman við næmingunum atferðarreglur fyri flokkin.

Vit ganga ikki inni í skóm, og næmingarnir hava inniskógvar standandi í skúlanum.

Næmingurin kann hava fartelefon við í skúla. Telefonin skal vera sløkt og skal ikki takast fram í skúlatíðini. Verður henda regla brotin, verður telefonin løgd inn á borðið hjá skúlaleiðaranum, og foreldrini kunnu koma eftir henni í skúlatíðini.
Tá er skúladagurin liðugur, kann næmingurin ringja heim og lesa boð uttanfyri skúlan.

Tað er ikki loyvt at hava telduspøl, Ifone og teknifilmar við í skúla.

Í samband við fríkorter eru hesar reglur galdandi:

• Vit eru úti í øllum fríkorterum uttan mun til, hvussu veðrið er. Næmingar skulu hava hóskandi klæði við í skúla, td. húgvu, vøttir og heitan jakka..
• Alt spæl bæði úti og inni eigur ikki at vera so, at tað er øðrum til ampa.
• Á skúlaøkinum ber ikki til at súkkla, standa á rulluskoytum ella rennifjøl í skúlatíðini.
• Tað er ikki loyvt at kasta kavabløk eftir hvør øðrum.
• Í matarsteðginum eru øll inni frá 11.30-11.40 og fara síðan út í fríkorter
• Inni renna vit ikki, bóltspøl eru ikki loyvd.
• Garðvaktin ger einsamøll av, um næmingarnir hendingaferð sleppa at vera inni ein part av ella alt fríkorterið. Skelti hongur tá á báðum úthurðunum.

Kemur næmingur ikki í skúla orsaka av sjúku, eigur heimið at geva flokslæraranum boð um fráveruna. Ringjast kann 737249  kl. 7.50-8.00 ella 9.30-9.50.

Verður barnið sjúkt í skúlanum, má tað ikki fara einsamalt heim uttan avtalu við heimið. Skúlin skal kunna seta seg í samband við foreldur ella verja á arbeiðsplássi og heima.

Hevur næmingur brúk fyri frídegi, eigur hann at tosa við flokslæraran. Er talan um fleiri dagar, skal leiðslan geva loyvi.

Verða reglur ikki hildnar, hóast lærarin tosar við næmingin um hetta, fær heimið at vita um støðuna. Skúli, heim og næmingur mugu so í felag finna eina nýtiliga loysn.
Annars verður víst til Rundskriv um arbeiðsnáðir og gott skil í fólkaskúlanum frá 12. januar 1994.


 Norðskála-Oyrar skúli