 |
|
| Søgan hjá skúlanum |  |  |  |
Núverandi Norðskála/Oyrar skúli varð tikin í nýtslu í september 1968.
Skúlin er fyri næmingar í 1. til 7. flokki í bygdunum Oyri, Oyrarbakki og Norðskála. Næmingarnir í 8., 9. og 10. flokki ganga í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, sum er skúli fyri 8., 9. og 10. flokk hjá Eiðis og Sunda Kommunu.
Í Norðskála/Oyrar skúla ganga uml. 60 næmingar og har starvast 6 lærarar.
Modell av Norðskála-Oyrar skúla við útbyggingini

Skúlin er nýliga út- og umbygdur, frá at vera uml. 400 fermetrar til støddar, til at fevna um 650 fermetrar. Skúlin lýkur nú øll krøv, sum fólkaskúlalógin frá 1997 krevur. Sum dømi kann nevnast, at í skúlanum er nú ein námsfrøðiligur tænastudepil (skúlabókasavn).
|
|
| |