 |
|
| Vanligi skúladagurin |  |  |  |
Skúlin er opin kl. 7.50 Morgunsangur er kl. 8.00
Morgunsangurin verður skipaður við sálmasangi og bøn. Vit syngja ein sálm fyri hvørja skúlaviku. Tá vikan er at enda komin, duga fleiri sálmin uttanat.
Av og á skipa næmingarnir fyri.
Tá er morgunløta við ymiskum innihaldi:
-
Framløgur av næmingaavrikum
-
Einstaklingaframførslur
-
Tónleikaframførslur
-
Einstaklingaupplestur
-
Framførslur.
Vit hava morgunsang fyri at styrkja felagsskapin og fyri at gleðast um hvønn nýggjan dag og teir møguleikar, hann ber við sær.
Lívið er ein gáva og samstundis ein uppgáva, har vit hava skyldu at nýta tær gávur, skaparin gav. |
|
| |