Tilbúgvingarætlan

Alment:

Sálarlig fyrstahjálp er tann stuðul, ið vit øll kunnu veita okkara medmenniskjum, tá tey verða rakt av kreppu og sorg. Gjøgnum at vera til staðar og at tosa við viðkomandi kanst tú skapa tryggleika og vón. Tað er m. a. samtala, samvera og nærvera við onnur menniskju, ið hjálpir okkum gjøgnum kreppu og sorg.

Hóast sálarlig fyrstahjálp er einføld og líkatil, gerast flestu okkara ofta ótrygg og ivandi, tá ið onnur verða rakt av sjúku, vanlukku ella deyða. Spurningar sum:

 Dugi eg nóg væl at hjálpa?

  • Skuldi tað ikki verið onkur annar, ið er "tættari uppá" enn eg?
  • Fer hann/hon at gráta, um eg spyrji, hvussu hann/hon hevur tað?
  • Skal eg tiga, tosa, halda um ella halda meg burtur?
  • Skuldi tað ikki verið onkur "professionellur"?

Felagsskapir sum Dansk Røde Kors og Kræftens Bekæmpelse hava seinastu árini gjørt nógv við at upplýsa og kunna fólk um sálarliga fyrstuhjálp, og soleiðis styrkja tey í trúnni á, at tann hjálp, ið vit øll kunnu veita er nóg góð, og at vit tí ikki skulu halda okkum burtur.

Tær fýra grundleggjandi reglurnar í sálarligari fyrstuhjálp eru:

  • Ver nærverandi – bæði kropsliga og sálarliga.
  • Lurta aktivt.
  • Vís at tú góðtekur kenslurnar – eisini tær sterku.
  • Veit vanliga umsorgan og praktiska hjálp.

Børn og ung kunnu eisini verða rakt av kreppu og sorg. Børn og ung eru ein stóran part av degnum í barnagarði ella skúla, og tí verður mælt til, at hesir hava eina tilbúgvingarætlan.

Um børn missa foreldur ella systkin mæla sálarfrøðingar til, at tey koma sum skjótast aftur í barnagarð ella skúla, tí hesir eru ofta, við sínum vanum og rutinum, einasta trygga tilhaldstað, tá heimið er kreppurakt .

Tilbúgvingarætlanin er ein vegleiðandi ætlan, so farast kann fram á so skynsamiligan og umsorganarfullan hátt sum gjørligt, tá næmingar ella starvsfólk koma í kreppu ella hava sorg. Skelkur og sorg kunnu gerast verri um tøgn valdar kring tann rakta. Vit eru øll medmenniskju og eiga tí at stuðla og hjálpa viðkomandi.

Tilbúgvingarætlanin er eitt amboð og vegleiðandi. Tað avgerandi er, at vit gerast tilvitað um, hvat vit siga, gera og ikki siga og gera í ávísari støðu. Tað er av stórum týdningi, at vit øll kenna felags ábyrgd og ongantíð kenna okkum einsamøll, tá kreppa ella sorg rakar.

Mælt verður til, at eitt tilbúgvingartoymi ella stuðulsbólkur er á skúlanum. Bólkurin er ætlaður at stuðla, kunna og menna, at lætta um samskiftið og at stuðla tí einstaka næminginum og læraranum, ið ongantíð eiga at kenna seg einsamallar í sambandi við kreppu ella sorgartilburðir.

Tilbúgvingartoymið/stuðulsbólkurin kann skipa fyri fundum, fyrilestrum og evnisdøgum. Hann fylgir við í, hvat kemur út av viðkomandi tilfari, ognar sær nýggja vitan um evnið og kunnar starvsfelagar um hettar.

Tilbúgvingartoymið/stuðulsbólkurin skal kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina og arbeiði skúlans í hesum sambandi. Toymið dagførir ætlanina, fylgir upp og eftirmetir tiltøk, ið hava verið og kann taka lut á skeiðum, ið hava týdning fyri ætlanina.

Toymið er mannað við 2 limum, ið eru valdir av námsfrøðiliga ráðnum.

 

Um næmingur er leingi burtur vegna sjúku ella annað:

  • Skúlaleiðarin ella flokslærarin hava ábyrgdina av at tosa verður við heimið.
  • Skúlaleiðarin ella flokslærarin kunnar starvsfólk, floksfelagar.
  • Um stig verða tikin til tiltøk skipa skúlaleiðarin ella flokslærarin/toymið fyri.

Um avvarðandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða:

  • Um boðini koma á skúlan, og avvarðandi ikki sjálvi kunnu geva barninum boðini verður mælt til, at skúlaleiðarin og flokslærarin geva boðini á hóskandi stað.
  • Mælt verður til, at næmingurin fær umstøður at sissa seg, fær umsorgan og ikki er einsamallur ella fer einsamallur heim.
  • Um avvarðandi sjálvi koma á skúlan at geva boðini, verður sama mannagongd fylgd.
  • Eru fleiri systkin á skúlanum, verður sama mannagongd fylgd.
  • Skúlaleiðarin/flokslærarin kunnar starvsfólkini.
  • Flokslærarin kunnar floksfelagar og funnið verður fram til, hvussu næmingurin kann stuðlast, t.d. jarðarferð, vitjan í heiminum, skúlaarbeiði o.a.
  • Skúlaleiðarin/flokslærarin meta um, nær og um neyðugt er at tosa við heimið um skúlagongdina framyvir.
  • Skúlin kann senda heilsan, blómur, krans.
  • Møguliga kann flokkurin senda kort/brøv heim til rakta næmingin.
  • Flokslærarin kann fara á heimavitjan
  • Flokslærarin fyrireikar hinar næmingarnar um, hvussu teir eiga at fara við tí rakta næminginum
  • Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla eigur flokslærarin at taka hond um næmingin
  • Skipast kann fyri at rakti næmingurin sigur frá tankum og kenslum, fær spurningar frá hinum
  • Bæði áðrenn og eftir, at rakti næmingurin kemur í skúla, ber til at viðgera evnið Deyðin. Spyr bókavørðin um tilfar, bøkur, bond
  • Lærararnir, ið eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni
  • Tilbúgvingartoymið kunnar viðkomandi lærarar um langtíðarárin, tá børn/ung verða rakt av kreppu og sorg
  • Um næmingurin sær út til at hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, kann skúlin – saman við foreldrunum – taka stig til hetta

 

Um næmingur doyr:

a. Um næmingur hevur verið leingi sjúkur:

  • Skúlaleiðarin ella flokslærarin kunnar starvsfólk og floksfelagar
  • Tímatalvan verður broytt soleiðis, at flokslærarin/toymið kann vera um flokkin
  • Ljós verður tendrað á plássinum hjá tí deyða
  • Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
  • Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur, ið veit um støðuna er heima og tekur ímóti
  • Skúlaleiðarin, flokslærarin, toymið, prestur skipa fyri minningarhaldi. Umráðandi at foreldrini eru vitandi um hetta
  • Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
  • §Til minningarhaldið skulu floksfelagarnir hava møguleika at minnast tann deyða á sín hátt. T.d. við sangi, minningarorðum, myndum, tekningum e.ø.
  • Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um vitjast skal í heiminum hjá tí deyða
  • Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um næmingarnir skulu síggja tann deyða
  • Skúlin/flokkurin sendir heilsan/krans
  • Flokkurin og flokslærarin/toymið eru við til jarðarferðina og ervið

b. Um næmingur doyr brádliga:

  • Fer hendingin fram í umhvørvi skúlans, skal hjástaddi lærarin beinanvegin seta seg í samband við, lækna, løgreglu, heimið og leiðslu skúlans
  • Skúlaleiðarin kunnar starvsfólk um, hvat farið er fram
  • Flokslærararnir kunna flokkarnar um, hvat farið er fram
  • Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
  • Flokslærarin metir um støðuna og tryggjar sær, at eingin er einsamallur, ið tørvar hjálp
  • Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur er heima og tekur ímóti
  • Skúlaleiðarin, flokslærarin, toymið, prestur skipa fyri minningarhaldi
  • Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
  • Til minningarhaldið skulu floksfelagarnir hava møguleika at minnast tann deyða á sín hátt. T.d. við sangi, minningarorðum, myndum, tekningum e.ø.
  • Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um vitjast skal í heiminum hjá tí deyða
  • Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um næmingarnir skulu síggja tann deyða
  • Skúlin/flokkurin sendir heilsan/krans
  • Flokkurin og flokslærarin/toymið eru við til jarðarferðina og ervið

 

c. Tiltøk í skúlastovuni:

  • Seta mynd av tí deyða á borðið í skúlastovuni, har hann/hon sat. Myndin verður standandi skúlaárið út
  • Fyrstu tíðina setir flokslærarin eina løtu av hvønn dag, soleiðis, at floksfelagarnir kunnu bera fram minnir og hugleiðingar. Hetta kann gerast munnliga, skrivliga ella við tekningum
  • Tekna myndir, skriva brøv/samkenslubrøv/samkenslubók. Møguliga geva foreldrunum hjá tí deyða hesi
  • Skriva minningarorð, ið møguliga kunnu setast í bløðini og verða givin foreldrunum hjá tí deyða

d. Tiltøk framyvir

  • Á føðingardegnum hjá tí deyða verður ljós tendrað í floksstovuni
  • Á føðingardegnum hjá tí deyða vitjar flokkurin og flokslærarin á grøvini
  • Lærararnir, ið eru um flokkin mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni
  • Tilbúgvingartoymið kunnar viðkomandi lærarar um langtíðarárin, tá børn/ung verða rakt av kreppu og sorg

 

Um avvarðandi hjá starvsfólki verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða:

  • Í tann mun starvsfólkið vil/orkar og heldur vera neyðugt, kunnar hann starvsfelagar um støðuna
  • Í tann mun starvsfólkið heldur tað vera neyðugt, men ikki heldur seg til, kann hann venda sær til skúlaleiðaran/starvsfelagar/stuðulsbólkin, og biðja tey kunna um støðuna
  • Starvsfelagar hava felags ábyrgd av at vera um viðkomandi

Um starvsfólk missir:

  • Er starvsfólkið í skúlanum, gevur skúlaleiðarin/góður starvsfelagi boðini persónliga á hóskandi stað
  • Gerst tað neyðugt, skipar leiðarin soleiðis fyri, at starvsfólkið fær umstøður á skúlanum at sissa seg, fær umsorgan og ikki er einsamalt
  • Leiðarin kunnar starvsfólkið
  • Flokslærararnir kunna flokkarnar um støðuna, í tann mun tørvur er á tí
  • Starvsfelagar hava felags ábyrgd av at vera um starvsfólkið, stuðla og hjálpa
  • Mælt verður til, at leiðarin setir seg inn í støðuna hjá starvsfelaganum og skipar soleiðis fyri, at hann kann verða sjúkrameldaður, um hann hevur tað fyri neyðini
  • At møguleiki verður fyri, at starvsfelagin kann fara til hús einstakar dagar, tá tað gerst ov trupult at undirvísa
  • At starvsfelagin fær sálarfrøðiliga hjálp
  • Mælt verður starvsfeløgunum til at vitja heima hjá tí rakta – ikki bert teir fyrstu dagarnar, men eisini seinni
  • At geva eina hjálpandi hond um hetta er neyðugt

Starvsfólk álvarsliga sjúkt:

  • Skúlaleiðarin kunnar starvsfólk um støðuna og gongdina í málinum
  • Flokslærararnir kunna næmingar, í tann mun tørvur er á tí
  • Skúlaleiðarin og stuðulsbólkurin hava ábyrgd av at hava samband við viðkomandi og/ella heim hansara

Um starvsfólk doyr:

  • Fer hendingin fram í umhvørvi skúlans, skal skúlaleiðarin beinanvegin seta seg í samband við lækna, løgreglu, heimið
  • Skúlaleiðarin kunnar starvsfólkið um, hvat farið er fram
  • Flokslærararnir kunna flokkarnar um, hvat farið er fram
  • Flaggið vundið á hálva stong, tá ið øll hava fingið boð
  • Støða takast til, um skúlagongdin skal steðga
  • Leiðarin kondolerar/heilsar familjuni hjá tí deyða
  • Minningarhald
  • Stuðulsbólkurin kann taka stig til tiltøk
  • Skúlin stongdur meðan jarðarferðin er
  • Skúlin skipar fyri, at minningarorð verða skrivað um tann deyða
  • Á fyrsta fundi í námsfrøðiliga ráðnum minnast vit stavsfelagan, ið farin er

Um vanlukka hendir í skúlanum ella í skúlatíð

  • Lærararnir ansa eftir, at næmingarnir ikki fara hvør í sína ætt, men fara yvir í barnagarðin.Har samla flokslærararnir flokkarnar og syrgja fyri, at børnini koma trygt heim. 
  • Í tann mun tað ber til forða fyri, at næmingarnir nýta fartelefonina

Viðmerkingar:

Um eldur kemur í, hava vit í Norðskála-Oyrar skúla onga brunafyriskipan at ganga eftir. Mælt verður til, at stig verða tikin til gerð av einari brunafyriskipan.

Um næmingur doyr, t.d. av ferðsluvanlukku, skotvanlukku e.ø., hava tey royndir aðrastaðni, ið vísa, at tað er gott at fáa løgregluna á skúlan at greiða næmingunum frá sannleikanum um tað, ið hent er. Annars gera teir sær sínar egnu "sannleikar" og niðurstøður, ið ikki altíð eru so eftirfarandi.

Sjúkrahúsverkið hevur eina tilbúgvingarstovu, ið kann veita sálarfrøðiliga fyrstuhjálp, um tað er neyðugt.

Minningarhald: Um minningarhald verður hildið á skúlanum, er av stórum týdningi, at alt er væl fyriskipað, og at familjan hevur høvi at vera við. Minningarhald kann t.d. verða skipað soleiðis:

  • Tey, ið eru við, savnast í Skálanum
  • Skúlaleiðarin kunnar um tað, ið farið er fram
  • Prestur tosar
  • Vit syngja sálmin: "Gud ger meg til eitt lítið ljós"
  • Starvsfólk/næmingar hava møguleika at bera fram
  • Biðja faðirvár saman
  • Tøgn eina løtu