Námsfrøðiligur grundvøllur
Norðskála-Oyrar skúli nýtir ein námsfrøðiligan pall. Hesin pallur skal hjálpa skúla og heimi at finna ein felags máta at náa tey mál, vit ynskja at seta fyri næmingar okkara
Virðir og mál
1. Menna sjálvsálitið hjá hvørjum einstakum næmingi 2. Læra næmingarnar at vísa umsorgan og fyrilit fyri øðrum 3. Geva næmingunum gott fakligt støði 4. Læra næmingin at taka ábyrgd av egnum handlingum
Mál í hesum samanhangi eru:
A) Mál at arbeiða fram ímóti B) Nærkast vit málinum ella fara flyta vit okkum burtur frá málinum
1. Menna sjálvsálitið hjá hvørjum einstakum næmingi
· Skúlin má geva næmingunum álit á seg sjálvar, so teir í góðum treysti møta tí nýggja við spenningi og arbeiðshugi. · Næmingarnir mugu menna viljastyrki til at koma víðari og vinna á egnum forðingum.
· Góð frálæra skal geva næmingum upplivingar har teirra verk eydnast og harvið geva teimum álit á egnar førleikar og evni og menna ábyrgdarkenslu fyri egnari læring og egnum lívi.
Langsiktað mál:
· Hjálpa næmingunum at verða tilvitaður um sínar sterku síður. · Útnytta og menna víðari sterku síðurnar, so næmingarnir fáa kensluna av at eydnast. · Geva næmingunum hjálp at venja viljan og til at royna nýggjar avbjóðingar
Arbeiðsmál: · Upptraðka fyri øðrum - í flokkinum - fyri øðrum flokkum - fyri øllum skúlanum - næmingatiltøk/foreldratiltøk -vitja á øðrum skúlum og stovnum
· Floksráð/floksfundir -Taka orðið/leiða fundin
· Differetierað frálæra/tilfar -geva uppgávur, sum næmingarnir megna
· Geva rós, tá næmingarnir hava tað uppiborið
2. Læra næmingarnar at vísa umsorgan og fyrilit fyri øðrum
Uppfostringin skal menna persóliga fastleika til at krevja egnan rætt og rætt hjá øðrum, og seta seg ímóti álopi á tann einstaka
Upplæringin skal geva hvørjum einstøkum fortreytir at taka ábyrgd av sær sjálvum og sínum egna lívi og samtstundis hava yvirskot til og vilja at hjálpa øðrum
Langsigtað mál:
· Útnytta skúlan sum pall fyri at menna sosialar førleikar
· Leggja tilrættis undirvísingina soleiðis at næmingarnir kunnu kom fram við egnum meiningum og læra at lurta eftir hvørjum øðrum
· Skipa fyri tiltøkum fyri at fáa øll við í felagsskapin
Arbeiðsmál:
Menna persónligar eginleikar og virðir, sum føra við sær góð viðurskifti millum fólk
Hetta verður nátt við:
Sosialari venjing í:
-Ymiskum sitibólkum -Bólkauppgávum/floksuppgávum -Leiki/dansi og spæli -Felagsaktivitetum (útferðir, aktivitetsdagar)
-Faddurskipanum
- Indretjeneste
- Skúlaumhvørvi (millummenniskjalig viðurskifti)
Arbeiða við floksumhvørvi Lurta eftir øðrum/virða meiningar hjá øðrum Ikki góðtaka happing Vera vinarlig og fólkalig hvør móti øðrum
- Vitja í stovnum
- - Føst tiltøk eru
a)Jólahald b)Føstulávintshald c)Sangløtur í Skálanum d)Konsertir saman við Norðljómi e)Vitja í Barnagarði
3. Geva næmingunum gott fakligt støði
Almenna viðføri
- Konkreta vitan um menniskja, samfelag og nátúr, sum kann geva yvirlit og perspektiv
- Førleikar og búnaskap at møta lívinum – praktiskt, sosialt og persónliga
- Eginleikar og virðir sum betra um samvinnu millum menniskju og ger tað ríkt og spennandi at liva saman
Gott frálæru umhvørvi
- Øll hava felags ábyrgd av einum frálæruumhvørvi sum tekur hædd fyri tørvinum hjá tí einstaka og respekt fyri egnari læring
- Skapa trygd hjá tí einstaka í skúla og skúlasamanhangi
- Gott sosialt umhvørvi
Flokkar við góðum trivnaði hava sum oftast eisini gott læringsumhvørvi bæði fyri fakliga sterkari og veikari næmingar
- Í góðum arbeiðsumhvørvi lyfta luttakararnir kvalitetin á arbeiðinum hjá hvørjum øðrum
Læra at læra - Tryggur fakligur botnur má til fyri at læra at læra, og fyri at nýta tað ein veit til at fáa skil á tí ein ikki veit
- Erfaringar og kanningar vísa, at jú minni vitan og førleikar ein hevur við sær, tess truplari er at ogna sær nýggja vitan og førleikar.
Langsiktað mál:
1. Almenna viðførið
- Næmingarnir mugu fáa møguleikar at ogna sær vitan og førleikar sum eru neyðugir til víðari læring (basiskunnskapir)
- Frálæran má leggjast til rættis soleiðis, at næmingurin sær samband millum fak/evni
2. Gott læruumhvørvi
- Skapa eitt læruumhvørvi sum er merkt av skipaðum og friðarligum samskifti(formum)Næmingarnir hava samábyrgd í hesum
3. Læra at læra
Inspirera og leggja tilrættis, so næmingarnir kunnu nýta uppnádda vitan og arbeiðslag til at læra enn meir.
Arbeiðsmál: Almenna viðførið
Geva góðar grundførleikar og holla grundvitan við støði í fortreytunum hjá tí einstaka næminginum
Hetta verður nátt við at:
- Ársætlanum/hálvársætlanum í teim ymsu fakunum
- Góðari progressión
- Differentiering
- Alsíðugum undirvísingarformum: arbeiðsvikum við ávísum trupulleikum, evnisundirvísing, tvørfakligari undirvísing, samstarv við nærumhvørvi og útferðir.....
Arbeiðsmál: Gott læruumhvørvi
Einstaki næmingurin hevur ábyrgd av:
- At hava skil á egnum tingum
Saman hevur flokkurin ábyrgd av:
- Ordan í flokshølinum
- Arbeiðsfriði í flokkinum
Fara frá felagsumráði (bókasavni, ítrivshøli, tónleikaamboðum, ves) soleiðis, sum tú sjálvur ynskir at tey skulu vera, tá tú kemur
Skapa eitt umhvørvi har øll kenna seg trygg úti sum inni og øll hava sama virði í skúlaumhvørvinum
Arbeiðsmál: Læra at læra
Venja fimi í lestrarteknikki
- Læra góðar arbeiðsvanar/rutinur - Venja úthaldni og konsentratión - Góðan ordan í skriftligum arbeiðum - Nýta tíðina í skúlanum væl - Gera skúlating
4. Læra næmingin at taka ábyrgd av egnum handlingum
- Ábyrgd av egnari læru - Ábyrgd av floksfelagum og øðrum í skúlanum - Ábyrgd av einum positivum og góðum skúlaumhvørvi - Næmingarnir eiga at vera vanir við at taka lut í dagsins samfelag sum fyrireiking til at taka lut í samfelganum í framtíðini
Langsiktað mál:
1. àbyrgd av egnari læru
- Flestu næmingar skulu gjøgnumføra tær vikuætlanir, sum verða setta flokkinum
- Næmingar skulu, har tað er møguligt, vera við til at mynda vikuætlanina, og hvussu hon skal gjøgnumførast
2. Ábyrgd fyri floksfeløgum og øðrum næmingum
Broyta málbrúkið, halda uppat at bannast og nýta niðursetandi, sárandi viðmerkingar um onnur
Økja respektina fyri hvørjum øðrum – menna tolsemið fyri meiningunum hjá øðrum
Eingin í okkara skúla skal góðtaka ónærisliga handligar ella málnýtslu og harðliga atferð.
Skúlin skal vera eitt stað har øll trívast, eru trygg og finna seg væl til rættis
3. Ábyrgd av einum positivum og góðum skúlaumhvørvi
Menna ognarkensluna hjá næmingunum til skúlan – næmingarnir skulu hava ávís ábyrgdarøki úti sum inni
Einki herverk hvørki inni ella úti
Gera næmingarnar meiri bevístar um sambandið millum egna atferð og trivnað
- Vísa respekt og høfligheit møti hvør øðrum
- Steðga happing
- Hækka estetiska støði í og runt um skúlan
Arbeiðsmál: ábyrgd av egnari læru
- Gjøgnumføra vikuætlanir - Læra góðar arbeiðsvanar/rutinur - Nýta tíðina í skúlanum - Gera skúlating
Arbeiðsmál: Ábyrgd fyri floksfeløgum og øðrum næmingum
- Vær hjálpsom móti hvørjum øðrum - Læra at rósa hvørjum øðrum - Regluligir floksfundir - Faddurskipanir
Arbeiðsmál: Ábyrgd av einum positivum og góðum skúlaumhvørvi
- Rutinur fyri fólkaligheit - Ábyrgdarøki í skúlanum - Indretjeneste - Næmingaráð - Hækka estetiska støðið í skúlanum og við skúlan
- Ordan í flokshøli (hyllar, skáp, uppslagstalva, lesikrókur
- Fara væl um skúlabygningin og skúlaøkið
- steðga happing
Vit hava ábyrgd hvør av øðrum
Eingin næmingur skal taka lut í ella góðtaka at næmingar verða argaðir, slignir ella stongdir úti frá felgasskapinum
Reglur fyri fólkaligheit
· Heilsa : - Við skúlabyrjan og enda - Tá lærari kemur inn - Tá onkur vitjar - Tá tú kemur ov seint · Banka uppá tá tú kemur ov seint ella skal ørindi inn í annan flokk
· Siga takk og ger so væl
· Biðja orsaka
· Vinarligur umgangstóni. Tosa vinarliga hvør við annan. Ljótt orðaval skapar ótryggleika og vantrivna
· Hjálpsemi. Hjálp teimum ið hava hjálp fyri neyðini
· Bíða eftir tørni. Rætt upp hondina, tá tú skalt siga okkurt/biðja um hjálp · Brót ikki onnur av. Gev hinum arbeiðsfrið
· Vís umhugsni fyri hvørjum øðrum til og frá flokshøli
· Vís respekt fyri avtalum/uppgávum tú hevur fingið |